Seinnu
árini er almenni geirin støðugt vaksin. Í dag arbeiða fram ímóti 45% innan tað
almenna. Hetta er ein óheppin gongd, tí tað er givið, at bara eitt sterkt
vinnulív kann tryggja vøkstur í búskapinum - og harvið vælferðina - komandi
árini. Tað kann ein vaksandi umsiting ikki.
Trupulleikin
við einum vaksandi alemennum geira er ikki, at tey sum arbeiða har ikki gera
eitt stórt og munagott arbeiði. Tað gera tey. Avbjóðingin hjá okkum, sum bjóða
okkum fram í politikki, er heldur, at avmarkað hvørjar almennar tænastur vit
skulu hava. Eisini eiga vit at tora at siga greitt, hvat vit í mesta lagi vilja,
at skattgjaldarin skal gjalda fyri hesar tænastur. Eitt boð kundi verið, at
ongin einstakur persónur nakrantíð skal gjalda meir enn 40% í skatti og
avgjøldum. Tora vit at gera hesa langtíðarraðfesting, so noyðast vit eisini at
velja, hvørjar tænastur tað almenna skal veita, og at virða borgaran við at
siga, hvør ábyrgdin er hjá tí einstaka.